Skip to content
Havið, sum Ormur bóndi sigst hava brúkt at meta um sína styrki - steinurin er mettur at viga 800-1000 pund og stendur omanfyri bygdina í Skálafirði.

Ormur bóndi á Skála

Tá ið tað snýr seg um sagnir, so mugu vit nevna málfrøðingarnar V.U. Hammershaimb (1819 – 1909) og Jakob Jakobsen (1864 – 1918), sum ferðaðust runt um oyggjarnar at samla sagnir og at skriva tær niður. Søgnina um Orm bónda hevur Hammershaimb samlað og skrivað í 1891, men í hesum sambandi hava vit loyvt okkum at givið søgnini ein nýggjari og lættari málsligan dám.

Ormur bóndi búði á Skála, og sjálvt um vit ikki vita, nær hann hevur livað, so vita vit, hvar hann hevur búð, tí toftirnar eru sjónligar enn – uttarlaga á Skála.

Havið, sum Ormur bóndi sigst hava brúkt at meta um sína styrki – steinurin er mettur at viga 800-1000 pund og stendur omanfyri bygdina í Skálafirði.

Ormur var kendur um allar Føroyar sum ein sannur búrkroppur.  Hann var bæði stórur og sterkur og átti nógva jørð og nógvan seyð. Hann hevði lítlan hug til útróður, men hugsaði mest um seyðin. Betur dámdi honum at stjala seyð úr grannahøgunum enn at fáa sær av sínum egna seyði. Ein av grannunum hjá honum var Pætur bóndi í Funningi, og mangan stjól Ormur seyð úr haganum hjá Pæturi. Ein dagin, Pætur er í haga sínum, sær hann Orm vera har eisini við hundi og royna at stjala sær eina ær. Pætur ræddist Orm – latst sum hann ikki hevði sæð hann – og spákaði sær móti húsum, men Ormur hevði tó eisini sæð Pætur og fór rennandi eftir honum. Pætur latst at gerast kløkkur, tá ið hann sá Orm koma, og segði seg ikki hava væntað sær at sæð fólk um hesar leiðir í dag. Ormur bað góðan dag og spurdi Pætur, um hann ikki hevði sæð seg fyrr, men Pætur noktaði og segði: “Tí bleiv eg so kløkkur!” Ormur svaraði: “Líkamikið, hvat tú hevur sæð ella ikki sæð, tí nú skalt tú svørja mær tann trygdareið, at hvat tú so sært frá hesi stund, so skalt tú ikki fortelja tað fyri nøkrum. Gevur tú mær ikki eið upp á tað, er deyðin tær vísur.” Ormur stóð og hótti Pætur við øks í hendi, so Pætur hevði einki annað í at velja enn at svørja eiðin, um hann skuldi koma livandi burtur úr hesum – og hann so gjørdi.

Eina tíð eftir hetta fór Pætur ein dagin til Havnar at selja og keypa vøru saman við øðrum funningsmonnum, men hann hevði so nógv at selja, at hann slapp ikki norður aftur við Funningsbátinum, so nakrar dagar seinni bað hann ein bát úr Havn rógva seg inn á Strendur, og haðani skuldi hann so ganga norður eftir oynni til Funnings. Hann gekk so beina leið inn á Skála, og av tí at gøtan gekk tætt fram við húsunum hjá Ormi bónda, so tordi hann ikki at fara framvið uttan at vitja hann. Ormur var einsamallur inni og fekst við at turka korn yvir eldinum. Hann hevði hongt nakrar fjalir upp yvir eldin og sett tvey træpettir undir endarnar, og uppi á hesum fjalunum turkaði hann so kornið.

Ormur var sera blíður og bjóðaði Pæturi inn í stovuna, har hann borðreiddi við kjøti og seyðarhøvdum, men eitt hevði hann gloymt, og tað var at skera oyruni av høvdunum. Tá ið Pætur sær sítt egna Funningsmark í oyrunum, missir hann matarlystin og sigur: “Tungt er at seta sítt egna  – og tað stolið!” Tá ið Ormur hoyrir Pætur kalla seg tjóv, tekur hann øksina og setur seg út á gáttina at brýna hana. Nú stóð illa til hjá Pæturi, og hann visti sær eingi ráð, hvussu hann kundi sleppa livandi burtur úr hesum. Men knappliga sá hann sær ein møguleika: hann skuldi taka borðplátuna av og brúka hana sum skjøldur ímóti Ormi og soleiðis sleppa óskaddur á dyr. Hann so ger – setur borðplátuna í millum seg og Orm og sleppur út – og í somu løtu reiv hann træpettini undan korninum, so alt kornið datt niður í eldin. Pætur fór so stórleypandi niðan brekkuna, og tá ið Ormur kom undan borðplátuni, var Pætur horvin. Ormur var so vitleysur av øði, at hann legði ikki til merkis, hvat ið Pætur hevið gjørt við kornið, men fór rennandi eftir Pæturi. Fyrst sendi hann hundin eftir Pæturi, men Pætur hevði verið so snildur, at hann hevði tikið ein kjøtbita við sær. Kjøtbitan kastaði hann fyri hundin, og hundurin legði seg beinan vegin at eta henda góða bita.

Pætur var kvikur maður, so hann var ikki lættur at fanga, men Ormur var heldur ikki fyri ongum, og Pætur sá nú, at Ormur nærkaðist. Hann vendi sær so við og rópaði á Orm: “Hygg aftur um teg! Tað er eldur í skálanum (húsunum)!” Tá ið Ormur sá eldin standa upp úr takinum, skundaði hann sær aftur til hús, so Pætur slapp eisini heilur frá honum hesa ferð. Men tá ið Ormur kom til hús, vóru húsini brend niður, og síðani tá hevur bygdin verið kallað “Á brenda Skála”.

Eina tíð eftir hendingina á Skála var Ormur aftur í haganum hjá Pæturi. Pætur sá hann hava bundið  nakrar seyðir niður, og Pætur var vísur í, at tað var sín seyður. Ikki tordi Pætur at gera nakað sum helst, men skundaði sær undan honum. Báðir riðu, og Ormur helt aftan á Pæturi, men tá ið Funnings bygd kom undan, vendi Ormur, tí hann var bangin fyri, at funningsmenn fóru at hjálpa Pæturi og taka seg – tann freka ránsmannin.

Tippafossur, har sum Ormur bóndi fjaldi líkini av Oyrarbóndanum og syni hansara.

Oyrarbóndin, sum æt Jógvan,  hevði eisini grannahaga við Orm, og nú hoyrdist tað, at Ormur bóndi var farin at ganga inn í hagan hjá Oyrarbóndanum at stjala seyð og ræna. So var tað ein dagin, at Jógvan var burtur í haga við syni sínum, og komu teir tá fram á Orm, sum hevði tikið eina stóra morreyða ær. Jógvan leyp í illsinni so beint á Orm, og teir bardust leingi. Til endans fekk Jógvan boygt Orm niður á knæ og hildið honum fast við báðum ørmum, og av tí sama fekk hann ikki tikið sær knívin, ið hann hevði hangandi við sína lið. Jógvan rópti á sonin og bað hann geva sær knívin, men sonurin tordi ikki nærri Ormi og rann bara burtur at krógva seg í eini gjógv, sum var har á leið. Ormur lovaði nú illamanni ytsta liðin av lítla fingri, um hann vildi hjálpa sær úr hesum vanda. Hann styrknaði nú so mikið, at hann fekk kastað Jógvan av sær og dripið hann við øksini, tikið klæðini av honum og blakað kroppin í eina á undir einum fossi, ið eitur Tippafossur. Síðani fór hann at leita eftir dronginum, ið hevði krógvað seg í eini torvu niðri í gjónni. Ikki tordi Ormur niður í gjónna eftir dronginum, men fór í staðin fyri at rulla stórar steinar niður í gjónna. Ein stórur steinur kom á drongin, so at hann datt úr torvuni og niður í gjónna og doyði. Ormur kleiv so niður í gjónna og tók klæðini av dronginum og legði tey og ærina upp á hestin og reið so heim til hús.

Sjálvsagt var hann deyðamóður og sovnaði skjótt, men hann fór at rópa hart í dreymi: “Klæðini liggja undir kvørnini og kropparnir undir Tippafossi.” (Kvørn varð brúkt til at mala korn á). Húskallarnir hoyra hann rópa og fara at hyggja undir kvørnina, og har síggja teir tey blóðdálkaðu klæðini, sum teir kendu, at Oyrarbóndin og sonur hansara høvdu átt. Teir fara beina leið inn til Tippafoss, sum er eitt sindur norðan fyri bygdina í Skálafirði, og jú, har finna teir bóndan og sonin dripnar og naknar.

Húskallarnir vóru skjótir at bera løgmanni tíðindini, og løgmaður stevndi Ormi, løgrættumonnum og vitnum at møta á Stevnuváli, ið var tingstaður hjá eysturoyingum. Stevnuválur er ein heyggjur við Fjarðará – nakað norðan fyri bygdina í Skálafirði. Har komu nógvir menn saman at vitna ímóti Ormi, m.a. Pætur bóndi í Funningi, men hvørja ferð løgmaður spurdi hann um nakað, hevði hann hendurnar aftur um bak og peikaði á Orm. Pætur tordi ikki at svara ella vitna ímóti Ormi, tí hann kendi seg bundnan av tí eiðinum, ið hann hevði svorið  Ormi, og sum vit áður hava sagt frá.

Ormur sat tigandi á tingstaðnum, til løgmaður kunngjørdi dómin. Allir løgrættumenninir søgdu seg vera vísar í, at Ormur hevði dripið Oyrarbóndan og sonin, og tí dømdu teir hann til deyða. Men tá ið løgmaður skuldi lýsa dómin og segði: “Av sonnum halda vit teg vera drápsmannin!” tá sprakk Ormur á føtur, leyp upp á hest sín og fór tvísporandi út ímóti Skála.

Stevnuválur, undir Skálafjalli beint við Fjarðará. Her sigst Ormur bóndi liggja grivin.

Løgmaður sendi beinan vegin tríggjar av sínum raskastu monnum eftir Ormi við teimum bestu hestunum, ið hann átti, og bað teir taka Orm livandi ella deyðan. Løgrættumenninir vóru alla tíðina so mikið nær Ormi, at teir ikki mistu hann burtur, men tá ið teir vóru komnir nakað út ímóti bygdini á Skála, orkaði tann eini hesturin ikki meir, og so mátti tann maðurin ganga. Á Kumlabarmi (nakað oman fyri fótbólsvøllin á Skála) orkaði annar hesturin heldur ikki meira, og tá ið tann triði hesturin kom á Hórheiðar (mestsum mitt í Skála bygd), datt eisini hann niður, so nú máttu allir tríggir menninir ganga. Hetta sær Ormur og ríður so beina leið niðan brekkuna og til fjals, men nakað uppi í brekkuni – á Válsbrekku – orkaði hansara hestur heldur ikki meir, so nú varð Ormur bóndi eisini noyddur at brúka beinini. Ein av løgrættumonnunum var væl kvikari enn Ormur, so tað styttist skjótt í millum teirra. Heilt uppiá – á Selastraðsskarði – var hann Ormi so nær, at hann tók knív sín og kastaði seg fram ímóti Ormi soleiðis, at hann fekk skorið hælsinuna av á øðrum fótinum, so at hann datt um koll. Teir tríggir menninir tóku nú Orm og fingu ross at bera hann aftur á tingstaðin, og tá var Ormur næstan deyður av møði.

Søgnin endar við, at Ormur varð dripin og grivin niður har við Stevnuvál, so at hann kundi síggja í allar hagapartarnar, sum hann hevði stolið í.

Back To Top