Skip to content

LØKSHØLL

Løkshøll er partur av skúlanum við Løkin í Runavík. Løkshøll er karmur um mentanarligar upplivingar innan tónleik, sjónleik, konsertir og aðrar listagreinar. Møguleiki er eisini at húsa størri tiltøkum sum ráðstevnum v.m.

Talan er um eitt sera gott høli við framúrskarandi ljóð- og ljósviðurskiftum, so tí eru her dygdargóðir karmar, ið kunnu húsa sjálvt teimum mest krevjandi tiltøkunum.

Løkshøll er 400 fermetrar stór. Tað ber til at hava slætt gólv ella teleskoptribunu. Tá tribunan er frammi, eru 305 sitipláss. Beint við síðuna av Løkshøll er ein matarhøll á 170 fermetrar. Hinumegin liggur tað 480 fermetur stóra bókasavnið hjá skúlanum, sum eisini virkar sum býarbókasavn. Skúlin við Løkin hevur 18 skúlastovur og 34 ymisk onnur høli.

Back To Top