Skip to content

Lambareiði

Lambareiði liggur miðskeiðis á eystara armi av Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey.


Sereyðkenni:
Lambareiði er niðursetubygd frá 1878 og liggur náttúruvakurt í grønari líð nakað niðan frá sjónum.  Fáu og spjaddu húsini, ið nú liggja fram við landsvegnum, geva eina fatan av, hvussu niðursetufólkini hava búleikast, meðan tey hava tikið tungu tøkini at skapa sær liviumstøður á gróðrargóðum stað. Niðast á bakkanum er atløgubryggja og hagani gongur grasklæddi bakkavegurin gjøgnum velta bøin niðan til húsini.

 

Friðsæla:

  • At spáka sær niðan brekkuna, niðan frá húsunum, at hvíla eyguni í summarsins gróðrarmiklu, grønu líðum.
  • Fót fyri fót ganga oman á lítlu støðna at hyggja út á fjørð.
  • At liggja fram eftir rommum á keiuni og eygleiða lívið í sjónum.

 

 

Back To Top