Báta- og listasavnið í Leirvík
Í Báta- og listasavninum í Leirvík verða útróðrarbátar, frá farnum tíðum, sum hava verið nýttir undir Føroyum og Íslandi sýndir fram. Málningaframsýningin umboðar málarar úr Leirvík, serliga Sámal Toftanes og Jóannes Kristiansen, sum báðir eru kendir fyri serliga ljósspælið í teirra myndum.
Báta- og Listasavnið hevur hølir, ið eru vælegnað til fyrilestrar og onnur tiltøk. Hesi kunnu leigast eftir nærri avtalu.
Addressa:
Kulibakki 8
520 Leirvík
Upplatingartíðir (alt árið)
Týsdag: 14-17
Hósdag: 14-16
Kostnaður
Vaksin: 75 kr.
Børn: 25 kr.
Bólkar (+8 fólk): 50 kr.
Samband
Telefon: 73 01 50
Teldupostur: batasavn@email.fo
Finn Bátasavnið á Facebook
