Vit hava nógv at bjóða ferðafólki
Føroyingar bjóða ferðafólkum alsamt fleiri spennandi tilboð. Og nú ber til at finna eitt yvirlit yvir nógvum tilboðini á guidetofaroeislands.fo, har ferðafólk eisini kunnu keypa sær upplivingarnar, sum verða bodnar ferðafólkum kring landið.
Føroyskir veitarar kunnu hvør í sínum lagi stovna sær ein brúkara og síðani leggja túrar og aðrar upplivingar út á síðuna. Til ber longu nú hjá ferðafólkini at síggja og keypa sær nógv ymisk tilboð frá føroyskum veitarum á síðuni. Úr rúgvuni eru eitt nú:
- Gongutúrar
- Fiskitúrar
- Slupptúrar
- Síging
- Túrar við RIB-báti
- Busstúrar
- Rennitúrar
- Súkklutúrar
- Mentanarkvøld
- Kajakktúrar
Á portalinum kunnu ferðafólk eitt nú leita eftir Excursions in the Faroe Islands og lesa meira um Føroyar og ymisku vælumtóktu støðini undir Explore Faroe Islands.
Ein túrur niðan á Hvíthamar er vælumtóktur, og tað eru dagstúrar til Gjáar eisini. Alt hetta og nógv aftrat kunnu ferðafólk lesa meira um í greinum, sum greiða frá ymisku støðunum.
Hevur tú eitthvørt, sum tú kundi hugsað tær at bjóðað ella víst ferðafólk, so ber altíð til at tosa við Visit Runavík, sum kann menna hugskotið saman við tær, so tað gerst búgvið at bjóða fram. Síðani ber til at leggja tína veiting á eitt nú guidetofaroeislands.fo, sum marknaðarførir tilboðið beinleiðis til ferðafólk úti í heimi.
Guide to Faroe Islands leggur seg eftir at fáa ferðavinnuna at blóma kring alt landið – soleiðis at fleiri í framtíðini fara at bjóða ferðafólkum veitingar og kunnu liva av ferðavinnuni.
Guide to Faroe Islands vil í strembanini eftir at hava eina vælvirkandi ferðavinnu arbeiða tætt saman við myndugleikum og laga ferðafólkatilboð og bókingar eftir teirra tørvi og treytum.
Visit Faroe Islands bjóðar síðuni vælkomnari, tí tørvur er at kunna bíleggja tilboð til ferðafólk alt á einum stað.
Vinaliga
Høgni Reistrup
