Skip to content

Altíð gongd í

Tá eg hugsi um Skálafjørðin, so hugsi eg beinanvegin um Søldarfjørð, Glyvrar, Runavík og jólamánaðin. Gøtuljósini, allar jólaperurnar og jólastjørnurnar í vindeygunum sum eitt ljóshav í ársins myrkastu tíð.

Sjálv búði eg í lítlari bygd í Sjóvar kommunu. Hevði familju í Søldarfirði og á Glyvrum. Túrarnir upp undir jól við babba á Skálafjørðin eru dýrgripir av minnum. Angin av jólum møtti tær í hvørjum húsi. Gestablíðu og fyrikomandi næstringarnir bóðu vælkomin og gleðilig jól. Víðari í handilin á Sandinum. Ein dreymaverð at koma í. Gekk runt og hugdi at øllum. Har fekst alt møguligt, bæði til jólagávur og jólastás.

Tað er enn í dag ein uppliving at vitja hesar bygdirnar við Skálafjørðin. Ikki minst nú summarið nærkast og dagurin er longdur. Ein dagsvitjan er flogin avstað, áðrenn tú veitst av. Nógvir handlar við góðum úrvali. Mong plantan og potturin eru keypt frá Orkis, sum altíð er ein uppliving at vitja. Ikki er neyðugt at ganga svong. Fleiri støð eru at fáa mettuna. Urtagarðarnir hava altíð hugtikið meg, og tí liggur Heimablídni í Garðahúsinum í Søldarfirði – við sínum stóra og vakra urtagarði rundanum – frammarlaga í huganum at vitja. Onkra konsert og almennan fund havi eg verið til í Løkshøll. Nú stendur Mentanarvikan fyri framman.

Í kommununi er eisini Rituvík. Eftir rættiliga nógv ár var eg aftur í bygdini fyri nøkrum vikum síðan. Bygdin tykist enn flottari, enn eg minnist hana. Bara eitt hanagleiv frá meldrinum í samanhangandi bygdunum við fjørðin, liggur hon so friðsælt har í einari náttúruperlu.

Í dag eru nógvar bygdir komnar upp í kommuna. Longu á Skála ert tú innan fyri kommunumarkið. Alt tykist so vælskipað og harmoniskt. Tá vit á arbeiðsplássinum tosa um bygdir ella býir, havi eg altíð viðmerkt, hvussu lítið grenj hoyrist frá fólki í Eysturoynni. Hví so er kann eg bara gita um. Tað kennist sum bygdirnar eru vaksnar í allar mátar. Hvør veit, kanska er tað ein serlig framdrift í hesum fólkunum. Ella eri eg bara sum eysturoyingur inhabil.

Nú ljóðar hetta sum ein sølurøða. Tað er tað ikki. Sum gestur fyrr og nú havi eg bara góð minni og upplivingar at líta afturá.

Simona Weihe
Mynd: Elna Johannesen

Back To Top