Skip to content

Vit hava nógv at bjóða ferðafólki

Føroyingar hava alsamt fleiri spennandi tilboð at bjóða ferðafólki. Á heimasíðuni guidetofaroeislands.fo er yvirlit yvir nógvu tilboðini, har ymisku tilboðini eisini eru til keyps.

Føroyskir veitarar kunnu hvør í sínum lagi stovna ein brúkara, og síðani leggja túrar og aðrar upplivingar út á síðuna. Longu nú ber til hjá ferðafólki at síggja og keypa ymisk tilboð frá føroyskum veitarum á síðuni. Úr rúgvuni eru eitt nú:

  • Gongutúrar
  • Fiskitúrar
  • Slupptúrar
  • Síging
  • Túrar við RIB-báti
  • Busstúrar
  • Rennitúrar
  • Súkklutúrar
  • Mentanarkvøld
  • Kajakktúrar

Á portalinum kunnu ferðafólk eitt nú leita eftir Excursions in the Faroe Islands, og lesa meira um Føroyar og ymisk vælumtókt støð undir Explore Faroe Islands.

Ein túrur niðan á Hvíthamar er vælumtóktur, og tað eru dagstúrar til Gjáar eisini. Alt hetta, og nógv aftrat, kunnu ferðafólk lesa meira um í greinum á síðuni.

Hevur tú eitthvørt, sum tú kundi hugsað tær at bjóðað ella víst ferðafólki? Visit Runavík tekur væl ímóti hugskotum, sum tey, saman við tær, kunnu menna til eitt búgvið tilboð at bjóða fram. Síðani ber til at leggja tína veiting á eitt nú guidetofaroeislands.fo, sum marknaðarførir tilboðið beinleiðis til ferðafólk úti í heimi.

Guide to Faroe Islands leggur seg eftir at fáa ferðavinnuna at blóma kring alt landið – soleiðis at fleiri í framtíðini fara at bjóða ferðafólkum veitingar og kunnu liva av ferðavinnuni.

Guide to Faroe Islands vil í strembanini eftir at hava eina vælvirkandi ferðavinnu arbeiða tætt saman við myndugleikum og laga ferðafólkatilboð og bókingar eftir teirra tørvi og treytum.

Visit Faroe Islands bjóðar síðuni vælkomnari, tí tørvur er at kunna bíleggja tilboð til ferðafólk alt á einum stað.

Vinaliga
Høgni Reistrup

Back To Top