Á RIST fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum…
Laksatorgið 2022
Árliga Laksatorgið verður leygardagin 23. juli. Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum er aftur í ár karmur um Laksatorgið, ið er stóra summartiltakið hjá Runavíkar kommunu.
Stór grill verður sett upp, og fleiri tjøld eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.
Harumframt letur stóra sølutorgið við alskyns vørum upp kl. 10.00. Leikur, prýðislutir, søla av bundnum vørum, gávulutum og endurnýtsla eru millum mongu tilboðini.
Fólk, ið eru áhugað at luttaka við onkrum tiltaki, eru vælkomin at senda ein t-post til visit@runavik.fo, viðmerk Laksatorg.
Sølutorgið
Aftur í ár verður stóra Sølutorgið ein partur av Laksatorginum. Umbønir at bíleggja ókeypis borð til Sølutorgið verður gjørt umvegis eina sjálvavgreiðslu. Til ber tíverri ikki at bíleggja umvegis t-post ella telefon. Vinaliga fyll allar teigar í sjálvgreiðsluni út (leinkja á Facebook). Vit svara allar umbønir skjótast gjørligt.
Freistin at bíleggja borð er 15. juli 2022.
Tað eru 70 borð tøk. Les meira á Facebook: Laksatorgið