Bílegg tær gisting á Eysturoynni umvegis BookLocal, ein nýggj bíleggingarskipan.
Kamping í Elduvík
Vælkomin til kamping í Elduvík
Kampingøkið er óskipað og tískil er heldur onki gjald. Tað er bert loyvi at hava kampingvognin standandi í trý fylgjandi samdøgur.
Á Visit Runavík fáast el-súlu kort til keyps, sum geva tær atgongd til allar almennar el-súlur í Runavíkar kommunu, millum annað á kampingøkinum í Elduvík.
Í sambandi við at nýggir lesarar eru settir í TallyCard-súlurnar í 2020, verður heitt á brúkarar um at skifta verandi kort út. Kortini kunnu býtast um á Visit Runavík, Heiðavegur 13, sum hevur opið gerandisdagar frá kl. 10-16.
Á Effo støðini í Saltangará og hjá Fridu Reyná í Elduvík ber til í úrtíð at fáa útflýggja eitt nýtt kort á virðið 150,- (streymásetingin er 100 kr og kort 50 kr.).

Visit Runavík tel.: +298 41 70 60
Visit Runavík email: visit@runavik.fo