Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Fjós-Bit við Høgna Lisberg

Fjós-Bit – ein serstøk uppliving við livandi tónleiki, mati og hugna í fjósinum

Kom við til eitt serstakt og hugnaligt kvøld á Fjósloftinum á Varmakeldugarðinum.

Høgni Lisberg fer at framføra live, og vit borðreiða við heitari suppu og einum góðum ostaborði við ostum frá garðinum. Maturin er íroknaður atgongumerkið.

Fjósloftið liggur beint oman fyri fjósið, so meðan tú situr og nýtur tónleikin og matin, hevur tú útsýni niður til neytini – ein heilt serligur karmur um eitt øðrvísi konsertkvøld.

NÆR: 26. september Kl. 20.00–23.00
Kostnaður: 390 kr. – suppa og ostaborð íroknað

Avmarkað pláss eru, og pláss má bíleggjast frammanundan.

Bóking: booking@varmakelda.fo

Bústaður

Varmakeldugarðurin

9 Dalsvegur

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar