Funningur liggur miðskeiðis á vestara armi á Funningsfirði, sum úr landnyrðingssíðuni klívur norðara part av Eysturoynni í tvey.
Sereyðkenni:
Náttúruvakra landnámsbygdin liggur umgyrd av høgum fjøllum við fótin av Slættaratindi, sum við sínum 880 metrum er Føroya hægsta fjall. Litføgru húsini standa tætt báðumegin Stórá niðri í grøna dalinum, vendandi eystur og vestur at horva undan ringu vesturættunum. Vakurt grótlaðaða Ovarabrúgv bindur gamla bygdalagið eystanfyri saman við nýggjaru sethúsunum vestaru megin ánna. Niðri á Hólma skilur áin kirkjuna frá kirkjugarðinum, áðrenn hon um ósan rennur út í fjørðin.
Funnings kirkja er fimta kirkja á Hólmanum. Kirkjan er eitt handverksligt meistaraverk frá 1847, ið er evna við listarligum tilviti bæði uttan og innan. Glógvandi litspælið í ellidæmda, ómálaða viðinum í væl skipaða kirkjurúminum gevur eina kenslu av lívgandi friðsælu. Í kirkjuni er ómálaður Kristusfigurur frá fyrstu kirkjuni, sum varð bygd umleið 1690.
Í forkirkjuni er gamal bonkur til kirkjugangskonur, ið er kona, sum fer í kirkju fyrstu ferð eftir barnsburð. Eisini er skelti, har prestur frábiður sær, at spýtt verður á gólvið.
Í Føroyinga søgu stendur at lesa, at landnám í Føroyum var í Funningi, og at staðurin fekk navn eftir hesum, tá ið land var funnið. Fyrsti maður at seta fótin á land var Grímur Kamban.
Friðsæla
- Hvørva burtur í glógvandi litspælinum á ellidæmda viðinum í vøkru kirkjuni.
- Ganga eftir laðarsteinunum í Stórá.
- Liggja í bønum og fylgja eyðkenda skapinum á Kalsoynni.
Upplivilsi:
Gongutúrur úr Funningi niðan á Slættaratind, sí HER
Gongutúrur úr Funningi eftir bygdagøtuni til Gjáar, sí HER
Kava við kavingarleiðara, sí HER
Sagnir:
Ormur bóndi á Skála
Slættaratindur
Tær horvnu