Elduvík, “Perlan” Dalkinsvegur 17 – EY16

Eini hús tveir møguleikar

Perlan hevur í alt 17 seingjarpláss (uppreiðing til 11 eyka). Her eru allir hentleikar, ið hoyra slíkum heimi til. Hølið, útgerð og innrætting er alt gjørt til tess at tryggja teim vitjandi best møguligar karmar.

Loft:

Sovisalur: 11 sengur. Hvør koyggja hevur lampu og gardinu fyri. Í sovisalinum eru hillar og ein sofa.

Miðhædd:

Dupultkømur: 2 dupultkømur, har annað hevur egið bað/vesi.
Stova: Í stovuni er ein dubult sovisofa
Køkur: Møguleiki fyri matgerð. Praktiskt innrættaður køkur við stórum spísiborði. Køkurin er rúmligur og væl útgjørdur. Har eru kaffimaskina, el-ketil, mikroovnur, køliskáp, uppvaskimaskina o.a. Køksbúnýti sum grýtur, pottar, pannur, bestikk, borðiskur eru somuleiðis til taks í køkinum.

Baðirúm er í miðhæddini við vaski, spegli, vesi og brúsu. Støk vesi eru eisini í stovuhæddini.

Netsamband er møguligt í húsinum.

 

Prísur

Kr. 2.400,- fyri náttina (12 persónar + eyka um neyðugt) alt húsið.
Kr. 1400,- fyri náttina um tú leigar miðhæddina (4 persónar + eyka um neyðugt)

Kr. 150,- fyri náttina fyri hvørja eyka uppreiðing.

Seingjarklæðir og handklæðir: Kr. 75,- pr. persón

Internet: kr. 50,-

Reingerð (kravd): Kr. 1.000,-

visit@runavik.fo

Elduvík, Dalkinsvegur 17

Visit Runavík t-post: visit@runavik.fo
Visit Runavík tlf.: +298 41 70 60
Elduvík, “Perlan” Dalkinsvegur 17 – EY16

Líknandi