Gjógv, oman á Bakka – EY02
Lýsing av húsinum:
Húsini eru bygd í 1899, bygd til handil. Seinru árini var eisini posthús í húsinum. Húsi er við á eini frímerkjaútgávu í 1990 sum ”gamla posthús við Gjógv”. Húsini eru umbygd til summarhús í 2008.
Á miðhæddini er: køkur og stova í einum, við uppvaskimaskinu, køli/frystiskápi, komfýri og allari vanligari køksútgerð. Baðirúm við brúsu og vesi, vaskimaskinu og turkitrumlu.
Seingjapláss
Eitt kamar við dupultsong. Í stovuni er dupultsovisofa.
Á loftinum er útistova við sjónvarpi og eitt kamar við 3 seingjum.
Barnaferðasong er tøk um ynskist.
Kostnaður:
Kr: 800,- pr. nátt (minimum leiga: 2 nætur)
Seingjarklæðir og handklæðir: Kr. 100,- pr. persón.
Reingerð (Kravd): Kr: 500,-
Annars ber til at bíleggja húsini her: visit@runavik.fo

Visit Runavík tlf.: +298 41 70 60
Visit Runavík t-post: kunningarstovan@runavik.fo