Nýggjárshald

Nýggjársnevndin í Runavík skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi.
Kyndlaberararnir møtast kl. 23.00 ávíkavist í Æðugøtu, á Argisbrekku og við Glyvra skúla. Stutt eftir byrja kyndlagongurnar haðani og gingið verður til Gulu Smiðju. Kartin Joensen flytir fram røðu og eftir hetta verður fýrverk sent.
Fyrr um kvøldið, áleið kl. 21.00, verður stóra bálið tendrað. Staðsetingin er við sjóvarmálan niðanfyri OCD/Effo.
ÁMINNING
Ætlar tú at brenna bál á nýggjárinum, skal umsókn um loyvi stílast til Skálafjarðar kommunala Sløkkilið tlf. 448235 ella sks@sks.fo í seinasta lagi 31/12 kl. 12.00. Umsókn um loyvi til nýggjársbál kann eisini sendast umvegis sjálvgreiðsluna á runavik.fo HER:
Gott nýggjár!