Jólamenn í sløkkiliðsbilum
Hvønn desember mánað í mong ár hava jólamenn vitja ymisk støð á Eysturoynni í sløkkiliðsbilum.
Jólamenninir koyra kring oynna og spæla tónleik, og sjálvandi hava teir eisini okkurt gott við til børnini.
Hvørt ár vera jólatrøðini tendra eini fýra vikur áðrenn jól og hetta verður m.a. hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Tey seinastu árini hava jólamenn í brandbilum eisini verið partur av hesum tiltakið.
Skráin 2019:
Leygardagin 30. november
kl. 16:30 Brandbilurin vitjar og jólatræið verður tendrað í Runavík. Sigrun Jónsveinsdóttir heldur røðu.
kl. 17:30 Brandbilurin vitjar og jólatræið verður tendrað á Skála. Jógvan Andersen heldur røðu.
kl. 19:30 Brandbilurin vitjar og jólatræið verður tendra í Skálafirði kl. 19.30. Klæmint Østerø heldur røðu.
Sunnudagin 1. desember
kl. 14.00 Brandbilurin vitjar í Rituvík
kl. 14:30 Brandbilurin vitjar í Lamba
kl. 14:45 Brandbilurin vitjar og jólatræið verður tendra í Søldarfirði. Uni Rasmussen heldur røðu.
kl. 15:45 Brandbilurin vitjar og jólatræið verður tendrað í Oyndarfirði. Jóhan Vest heldur røðu.
kl. 16:30 Brandbilurin vitjar og jólatræið verður tendrað í Funningsfirði. Anne Mette Greve Klementsen heldur røðu.
kl. 17:15 Brandbilurin vitjar og jólatræið verður tendrað í Elduvík. Anne Mette Greve Klementsen heldur røðu.
kl. 18:00 Brandbilurin vitjar og jólatræið verður tendrað í Funningi. Johnard Jógvansson heldur røðu.
kl. 19:30 Brandbilurin vitjar og jólabygdin tendrar í Æðuvík. Henning Bøgesvang heldur røðu.
