Eiði, Í Brekku 34 – EY09

Hugnalig summarhús á Eiði til leigu. Húsini liggja beint niðanfyri Eiðis skúla, har spælipláss er til børnini, og eisini er barnagarðurin á Eiði í gangi-frástøðu frá húsunum.

Haraftrat liggja húsini sera nær við handilin á Eiði, ið hevur alt til vanliga húsarhaldið og eitt sindur aftrat. Stutt er til nýggja fótbóltsvøllin, og vatnið og gamli vøllurin niðri á møl liggja eisini í gangi-frástøðu frá húsunum.

Eisini er Breiðásandur og fjøran í nærumhvørvinum.

Ert tú á Eiði, er eisini upplagt at fara ein hagatúr niðan á Eiðiskoll. Ein rímiliga lættur túrur, har tú kanst njóta útsýnið niður yvir “Risan og Kellingina” og út yvir flógvan. Ynskir tú ein longri túr, ber  til at ganga niðan á hægsta fjallið í Føroyum, Slættaratindur, har útsýnið eisini er heilt fantastiskt. Ein gongutúrur rundan um vatnið er eisini ein møguleiki, og er tað ein heilt lættur túrur, har til ber at hava vogn við tann størsta partin av túrinum.

Húsini hava allar vanligar hentleikar, og eisini nógvar hentleikar til barnafamiljur. Har eru barnasengur og dýnur umframt barnastólur og barnavognar í kjallaranum. Eisini er ein rúgva av leikum, spølum og barnabókum, tá børnini hava brúk fyri innispæli eftir at hava verið rundtúr á Eiði.

 

Húsini eru áleið 60 m2, og liggja beint niðan fyri skúlan, tætt við handil. Pláss fyri 6-9 persónum.

Seingjarpláss: 3 dupultsengur, 1 einmans song, 2 madrassur, 2 barnasengur.

Útgerð: Internet, sjónvarp, radio, køli- og frystiskáp, kaffimaskina, ketil, dustsúgvari, microovnur, vanlig køksamboð.

 

Prísur

Kr. 800,- fyri náttina fyri 6 pers.

+ kr. 100 fyri hvønn eyka (upp til 12 fólk)

Seingjarklæðir og handklæðir: Kr. 75,- pr. persón

Reingerð (kravd): Kr. 500,-

visit@runavik.fo

Sí meira kunning um húsið á Facebook. 

 

[cats_field group_id=”709″ field=”vr_summarhus_place” auto_loop=”” excerpt=”” post_id=””]

Visit Runavík tlf.: +298 41 70 60
Visit Runavík t-post: visit@runavik.fo