Hvørt ár vitjar jólaskipið í Runavík. Jólaskipið leggur at við…
Gomul jól í Funningi
Gomul jól í Funningi
Í desember legst jóladámurin yvir bygdina, og eitt av tiltøkunum er at bjóða fólki aftur í eina farna øld. Verkætlanin Gomul jól í Funningi tekur støði í einari gamlari føroyskari bygd, har fólk sleppa inn í fleiri hús at uppliva ymist.
Gamli handilin á Geil er opin. Eins og so nógvir aðrir bygdarhandlar hevur hesin verið afturlatin í fleiri ár. Nú er hann opin og stendur púra órørdur í nærum sama líki. Her eru ymsir lutir, bomm og dukkulisur til keyps. Í Atustovu ber til at vitja eitt føroyskt heim, sum tað sá út í 1940-50’unum. Her sæst, hvussu fólk búleikaðust, og hvussu tey pyntaðu til jóla. Ølvustova er gamla savnið í bygdini. Jólatræið er pyntað og torvleypurin er í túninum.
Gamla træsmiðjan letur upp við alskyns barnaleikum – júst sum í jólasanginum:
Her eru dukkur og dukkustovur,
hestar, bilar og bátar,
ein so vakur flúgvari
og nógvir tinsoldátar.
Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum.
Nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.
…… úr ”Eg eri jólamaðurin” eftir H.J. Højgaard & M Johannesen
Kom inn á gátt í kaffistovuni, skriva eitt postkort til tíni kæru, sum tú kanst senda frá gamla posthúsinum. Tann reyði postkassin hongur uppi.
Jú, Funningur er ein aldargomul bygd, ivaleyst hin elsta. Hendan vakra, fjalda bygdin millum Djúpini og Føroya hægstu fjøll beint innan fyri gáttina í Funningsfirði.
Í Føroyinga søgu stendur at lesa, at landnám í Føroyum var í Funningi, og at hesin staður soleiðis fekk navnið. “Fyrstur Grímur Kamban í oyggjum festi tjøld,” kvað skaldið. Hendan søgan um Grím Kamban er líka gomul sum bygdin, tí hava funningsfólk í mong ár hugsað um at reisa Grími Kamban eitt minnismerki. Serstaka standmyndin hjá Hans Paula Olsen stendur í Húsabøi beint við kirkjuna.
Tiltakið er opið leygardagar frá kl. 12-19 og sunnudagar frá kl. 14-19 í jólamánaðinum. Fyrsta vikuskiftið er sálmaløta í kirkjuni kl. 16:00 og jólamarknaðar við handvirkaðum vørum í skúlanum frá kl. 12.00 .
Fylg við á facebookvanganum Jól í Runavíkar kommunu um broytingar eru í skránni.
Hjartaliga vælkomin til Gomul jól í Funningi.