Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Neysting
Sov í einum serligum bátabóli, sum hongur í einum føroyskum neysti
BátaBólið er ein heilt serlig gistingaruppliving, har tú svevur í einum bátabóli, sum hongur í einum føroyskum neysti, tætt við sjógvin.
BátaBólið er sniðgivið við íblástri frá tí siðbundna føroyska árabátinum og er gjørt úr náttúrutilfari úr Føroyum. Tað er bygt úr tíggju træbogum og klætt við einum dúki úr føroyskari ull, sum er vovin á sama hátt sum gomlu ullarseglini.
Legg teg at sova til ljóðið av aldunum og vindinum, og vakna til útsýnið yvir havið og føroysku náttúruna. Her er eingin vanlig hotellgisting, men ein øðrvísi møguleiki at koma nær at náttúruni og føroyska mentanararvinum.
BátaBólið er fimm metrar langt og hevur pláss fyri tveimum vaksnum og tveimum børnum ella trimum vaksnum.
Bústaður
G6WJ+5P Froðba, Faroe Islands
Suðuroy
Upplatingartíðir
-
Stongt