Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

GARÐAFEST í Vági

Mentan, tónleikur & matur

GARÐAFEST
Leygardagin 17. oktober verður Garðafest í Vági.
Økið á Gørðunum er eitt natúrligt savningarstað í Vági við handlum, fyritøkur og feløgum, sum øll hava tað til felags, at tey veita tænastur av ymiskum slagi til vitjandi – og nú skipa tey á fyrsta sinni Garðafest.
Garðafestin er eitt annarleiðis tiltak við mentan, tónleiki, góðum mati, lokalum drykkivørum, hugna og dansi – og ikki minst við rundferð á Gørðunum.
Garðafestin byrjar við rundferð, har tað verða konsertir í trimum ymiskum støðum á Gørðunum og okkurt leskiligum verður bjóðað afturvið tónleikinum.
Síðani verður farið til borðs í Garðslon. Í góðum lag fara vit at eta ein góðan bita, drekka okkurt gott afturvið og ikki minst syngja og hugna okkum saman.
Eftir borðhaldið verður aftur farið á rundferð á Gørðunum, har tað verða konsertir í tveimum støðum afturat og har verður eisini okkurt leskiligt aftur við tónleikinum.
Eftir konsertirnar verður almennur dansur í Stóra Pakkhúsi, har ágóðin fer til Grindabátafelagið í Vági. Og hjá Jugga verður eisini livandi tónleikur út á náttina.
Lýst verður seinni nær og hvar atgongumerkini verða seld - og vit fara eisini at greiða frá smálutunum í skránni á síðuni "Á Gørðunum"

Bústaður

Á Gørðunum

Oyrarvegur 7

Suðuroy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur