You haven’t got any favourites yet
This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.
Click the icon on pages and they’ll appear here.
Your favourites
Inspiration & Articles
Events & Tours
Places
Ókeypis vælgerðarkonsert við Marianna Shirinyan – við Silvitni sum gesti
Fríggjakvøldið 20. november kl. 19.00 verður Aulan í Finsen karmur um eina serliga vælgerðarkonsert við heimskenda klaverleikaranum Mariannu Shirinyan og Silvitni undir leiðslu av Cinthiu González Parada.
Á skránni verður ein fjølbroytt blanding av føroyskum kvæði, kórtónleiki og klaververkum eftir Bach, Schubert, Chopin og armenska tónaskaldið Babajanyan. Jenis av Rana verður vertur og frásøgumaður.
Atgongdin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Konsertin verður hildin til frama fyri arbeiðið hjá Mission10forty, sum hjálpir krígsraktum børnum í Armenia og Ukraina.
Hóast atgongdin er ókeypis, verður høvi at lata ein frívilligan stuðul til arbeiðið.
Tey, sum longu hava keypt atgongumerki, kunnu fáa peningin aftur við at skriva til info@mission10forty.org
Address
Aulan í Finsen
Tróndargøta 44
Tórshavn
Event dates & tickets
Date
Specific:
Every:
Monday
Tuesday
Wednesday
Thursday
Friday
Saturday
Sunday
Price
Free
check availability
Region / Categories