Brimborg

Brimborg er ein nýggj hugnalig matstova í Gøtugjógv. Vit bjóða alt frá tí kenda, so sum burgarar og fisk & kips, sum bæði kann etast inni í matstovuni, men sum eisini er møguligt at taka heim við. Men Brimborg er nógv meira enn tað; eisini er møguligt at halda veitslur og onnur tiltøk, so sum fundir og føðingardagar.
Í Brimborg leggja vit dent á at gera mat við høgari góðsku og nærum alt er gjørt frá grundini. Á matstovuni bjóða vit rættir við fisk og skjeladjórum frá nærumhvørvinum, braissera lamb í Black Sheep, neytalundir og nógv annað gott. Til tíðir bjóða vit eisini ”Chef’s selection dinner” har tað verður borðreitt við 6-8 rættum, við ymiskum spennandi sum okkara dugnaligu kokkar seta saman, og um ynskiligt er eisini møguligt at keypa drykkjuvøru aftur við sum hóskar til.
Heimasíða:http://www.brimborg.fo/
Facebook síða: Brimborg | Facebook
Telefon: +298 521000
Brimborg