Bóka-jólakalendari á bókasavninum

Aftur í ár ber til at koma á Bókasavnið við Løkin at gera ein bóka-jólakalendara!

Læn 24 bøkur – eina til hvønn dag í desember. Ella 4 longri bøkur – eina til hvønn dag í advent Starvsfólkini á bókasavninum hjálpa tær at finna tær røttu bøkurnar og at pakka tær inn. Hetta er ein góður og ókeypis máti at telja niður til jólaaftan – og tað gevur børnum og vaksnum eina góða og innihaldsríka løtu saman í døgunum fram til jóla.

Vit hava avíspappír, klistur og gávuband á bókasavninum – og eisini ein toyposa at leggja bøkurnar í.

Tað ber sjálvandi til at velja akkurát so nógvar bøkur sum tú hevur hug til – vit hjálpa tær at velja tær sum passa til títt barn.

Hesin jólakalendarin hevur verið sera væl umtóktur, eisini hjá td. ansingarstovnum, ið hava latið børnini skiftast um at velja eina bók úr posanum.

Bóka-jólakalendari á Bókasavninum