Elduvík

Elduvík liggur á landnyrðingssíðuni á Eysturoynni í víkini, sum er uttarlaga við eystara arm av Funningsfirði.

Sereyðkenni:
Bygdin liggur við sjógvin fyri endan av longum, grønum dali, ið er umgyrdur av høgum og brøttum fjøllum. Djúpi dalurin sýnist mildur og blíður við Stórá makiliga rennandi eftir slættanum. Vestarumegin ánna er hugnaligi gamli býlingurin, har smáu húsini í bjørtum litum standa tøtt rundanum skúlan og kirkjuna. Eystarumegin er støðin, har neystini eru skipaði um lendingina eins og í einum rómverskjum amfiteatri.  Hagani gongur gamla bygdagøtan gjøgnum líðina til Oyndarfjarðar, sum áður var kirkjubygd hjá elduvíkingum.

Kirkjan í Elduvík er tekna av H.C.W. Tórgarð, arkitekti, við gomlu føroysku trækirkjunum sum fyrimynd og varð vígd í 1951. Kirkjugarðurin varð tikin í brúk longu í 1926 at spara elduvíkingum knossið at bera líkini gjøgnum líðina fyri at fáa tey í vígda jørð í kirkjugarðinum í Oyndarfirði. Líkhellan stendur dygst við kirkjuvegin. Her søgdu tey, sum eftir vóru, líkinum farvæl áðrenn farið var í líðina.

Eystanfyri bygdina er gjógv við lending, har tað er serstakliga vakurt at kava. Nógvur krabbi er at síggja á botninum. Elduvík er av ringastu brimplássum, so ansast skal eftir havalduni, sum serliga á høgætt stórsligin kemur brestandi uttan úr havinum og ruddar alt, sum fyri er.

 

Friðsæla & Mindfulness

  • At fara undir kav í gjónni til ein stillan heim undir vatnskorpuni.
  • Sita millum neystini og eygleiða, hvussu himmal og hav møtast í havsbrúnni.
  • Njóta fuglalátur og jarman frá seyðinum í kvirruni, meðan gingið verður fót fyri fót inn í djúpa dalin.

Upplivilsi:

Sagnir:
Anfinnur og synir hansara, sí http://snar.fo/sagnir/elduvik/anfinnur/
Judasarheyggjur, sí http://snar.fo/sagnir/elduvik/judasarheyggjur/
Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík, sí http://snar.fo/sagnir/elduvik/marmennil/
Tær horvnu, sí http://snar.fo/sagnir/leirvik/taer-horvnu/

Sagnir og ævintýr :
Húsarænararnir ella húsamannahatturin, sí  Jákup Jakobsen, ”Sagnir og Ævintýr I”.

 

 

 

Elduvík