Mentanarvikan

Mentanarvikan 2019 í Runavíkar kommunu verður frá 22. – 28. apríl. Mentanarvikan er eitt fólksligt tiltak og fevnir um alla kommununa. Umframt at bjóða borgarar úr allar kommununi, eru ferðafólk og gestir úr Føroyum eisini hjartaliga vælkomin til Runarvíkar kommunu at uppliva serstøk tiltøk í einum hugnaligum og fjølbroyttum umhvørvi. Fyrireikararnir ynskja at sjóneyka verður sett á mentan – staðbundna og altjóða mentan við góðari góðsku.

Hevur tú eitt hugskot til eitt mentanarligt tiltak, framsýning, verkstovu fyrilestur ella líknandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Visit Runavik á teldupost visit@runavik.fo.

Ferðafólkakortið

Vit hava gjørt eitt kort yvir Runavíkar kommunu, ið vísir tær upplivingar og upplýsingar, ið tær tørvar sum ferðafólk í Runavíkar kommunu, umframt eina rúgvu, ið er áhugavert.

Sí kort