Oyndarfjørður

Oyndarfjørður liggur miðskeiðis á landnyrðingssíðuni á Eysturoynni við fjørðin av sama navni.

Sereyðkenni:
Fyrndarbygdin Oyndarfjørður er vøkur blanding av gomlum og nýggjum og hevur enn upprunadámin yvir sær. Hon liggur í breiðum dali millum høg fjøll, har Stórá rennur oman dalin og framvið kirkjuna, sum stendur niðri við ósan. Fleiri býlingar eru í bygdini, sum í síni tíð húsaði prósti, sýslumanni eins og fyrsta sjúkrahús í oyggjunum sigst at hava verið har.

Hvítmálaða kirkjan stendur í gamla býlinginum Sjóvartúni dygst við sjógvin í tí sermerkta lýsinum, sum eyðkennir Oyndarfjørð. Hon er ein av teimum tíggju gomlu timburkirkjunum, sum enn standa uppi og er vígd í 1838. Bæði uttan og innan er hon ein byggilistarligur dýrgripur við eini greiðari kenslu av einfaldum vakurleika og samljóði. Altartalvan er eitt framúrskarandi listaverk eftir danska listamálaran C.W.Eckersberg. í fjøruni við kirkjuna er Líkhella, eins og í øðrum gomlum kirkjubygdum.

Náttúran her á leiðini er á mangan hátt sermerkt og landslagið kring fjørðin er stórfingið. Í fjøruni við bygdina standa Rinkusteinarnir, sum eru tveir stórir klettar, ið støðugt standa og riða. Søgnin sigur tað vera gandaði sjórænaraskip, dømd at standa og rinka um allar ævir. Inni í botninum á firðinum er Stórisandur, har hugaligt er at vitja summardagar. Her er eisini føroyska høvuðsstøðin hjá heimsins størstu alifyritøku, Marine Harvest.

Vegurin til Oyndarfjarðar er eyðmerkt sum Sóljuleið, sum er serstakliga vakur vegateinur.

Friðsæla & Mindfulness
Njóta einfalda vakurleikan og framúrskarandi listarverkið hjá Eckersberg í kirkjuni.
Summardagar spakuliga taka seg niðan Stórá, steðga við hyljar og laðarsteinar og at enda fara undir kav í gamla svimjihylinum.
Hvørva burt í friðinum og vøkru náttúruni við Stórasand innast á firðinum.

Upplivilsi:
Gongutúrur av Oyndfjarðavegnum niðan á Gjógvaráfjall og Blábjørg, sí https://hiking.fo/products/156?_ProductFilterIds=1:1
Gongutúrur úr Oyndarfirði niðan á Sandfelli, sí https://hiking.fo/products/154?_ProductFilterIds=1:1
Gongutúrur úr Oyndarfirði niðan á Oyndfjarðafjall, Tind og Skorðatind, sí https://hiking.fo/products/153?_ProductFilterIds=1:1
Kava við kavingarleiðara, sí http://www.faroedive.fo/Túrar%20við%20kavaraleiðara.htm

Sagnir:
Seyðatjóvasøgur, sí http://snar.fo/sagnir/oyndarfjordur/rolvur/
Oyndfjarðarbóndin og fuglfjaðarbóndin, sí http://snar.fo/sagnir/oyndarfjordur/bondur/
Rinkusteinar, sí HER ella  http://snar.fo/sagnir/oyndarfjordur/rinkusteinar/
Havhesturin, sí http://snar.fo/sagnir/oyndarfjordur/havhesturin/
Fiskaloysi, sí http://snar.fo/sagnir/oyndarfjordur/fiskaloysi/
Um huldumenn og vættrar, sí http://snar.fo/sagnir/oyndarfjordur/huldumenn-og-vaetrar/
Helluhagin ella handan skarð, sí http://snar.fo/sagnir/oyndarfjordur/helluhagin/
Búnytta, sí http://snar.fo/sagnir/selatrad/bunytta/
Kunoyar Katrina, sí http://snar.fo/sagnir/hellur/kunoyar-katrina/
Tær horvnu, sí http://snar.fo/sagnir/leirvik/taer-horvnu/
Byggingin av Skálabotni, sí http://snar.fo/sagnir/skalafjordur/byggingini/
Frá Blankaskála, sí http://snar.fo/sagnir/blankskali/frablankskala/

 Sagnir og ævintýr : Rólvur, sí Jákup Jakobsen, ”Sagnir og Ævintýr I ”

Oyndarfjørður, Færøerne
Oyndarfjørður