22. – 29. apríl

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður 22. – 29. apríl 2018 Mentanarvikan er eitt fólksligt tiltak. Umframt at bjóða borgarar úr allar kommununi, eru ferðafólk og gestir úr Føroyum eisini hjartaliga vælkomin til Runarvíkar kommunu at uppliva serstøk tiltøk í einum hugnaligum og fjølbroyttum umhvørvi.

Fyrireikararnir ynskja at sjóneyka verður sett á mentan – staðbundna og altjóða mentan við góðari góðsku. Mentanarvikan skal eisini verða sjónlig í útjaðarinum.
Mentanarvikan verður skipað sum eitt fast tiltak á hvørjum ári seinast í apríl.

Skráin er viðheft sum pdf : faldarin. mentanarvikan_2018_10 (002).ORG

Annars ber til at lesa meira um tiltøkini undir Tiltøk HER
Hjartaliga vælkomin

Vegna fyrireikarnir
Visit Runavík
Herbjørg, Mia og Marjun

Myndasavn

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu
Dato byrjar:
Dato endar:
Kostnaður:
Telefonnummar:
Leinkja til atgongumerki:

22. – 29. Apríl

Annað