Listaverkætlan í Elduvík

Vit varðveita søgnina um Marmennilin. Hans Pauli Olsen, listamaður, fer at greiða frá um tankar og hugskot í sambandi við listaverkætlanina. Harumframt fer Martin Joensen at framføra nøkur løg.

Á skránni verður kunning um gongdina. Ásfinn Sigvardsen fer at varpa ljós á søgnina og søguna um Marmennilin. Marjun Niclasen, leiðari á Visit Runavík, fer at greiða frá um ferðavinnuna í økinum og Maria Jacobsen úr Forna, um gransking av søgnini um Marmennilin. Sum umboð fyri Runavíkar kommunu fer Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at siga nøkur orð.

Tiltakið er ókeypis og verður mánadagin 23. apríl kl 19.00 í Elduvíkar kirkju.
Aftaná verður fiskasúpan og kaffi at fáa. Framsýning við gomlum myndum verður í skúlanum í Elduvík frá kl. 15.00.

Mentanarvikan 2018

Listaverkætlan í Elduvík
Elduvík, Faroe Islands
Dato byrjar: 23-04-2018 19:00
Dato endar: 23-04-2018 00:00
Kostnaður: 0,- kr.
Telefonnummar: 417060
Leinkja til atgongumerki:
Listaverkætlan í Elduvík

Annað