Serstakir møguleikar at gista í Eysturoynni

Gisting er møgulig í flest øllum bygdum í Eysturoy. Gistingartilboðini røkka frá hotellum til skótadeplar, tjalding og ból og bita. Um tú ynskir at bíleggja ella bjóða summarhúsini hjá tær fram ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel nr. 417060 ella send okkum ein t-post á visit@runavik.fo

Ferðafólkakortið

Vit hava gjørt eitt kort yvir Runavíkar kommunu, ið vísir tær upplivingar og upplýsingar, ið tær tørvar sum ferðafólk í Runavíkar kommunu, umframt eina rúgvu, ið er áhugavert.