Fokus á list í Mentanarvikuni

Skráin fyri Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu er júst komin í hvørt hús í Eysturoy. Í skránni eru alskyns tiltøk, ið fevna breitt, bæði í staðseting, vavi og innihaldi.

Blaðar ein gjøgnum skránnað er skjótt at síggja, at Mentanarvikan hevur stórt fokus á list og í breiðum høpi.
Mánadagin 23. apríl kl. 19.00 verður kunning um listaverkætlan í Elduvík. Ein lokal nevnd handan verkætlanina heitti á Hans Paula Olsen um at tilevna eina standmynd við støði í søgnini um Marmennilin, og tað er hetta kunnað verður um. Tiltakið verður í Elduvíkar kirkju.

Betri snið og list er ein søluframsýning við føroyskum sniðgevum og listafólki. Luttakarar eru ma. ElsaBech, ShisaBrand, og Hallfríð, sum sniðgeva og framleiða m.a. klæðir. Eisini kemur No 10, sum framleiðir alskyns lutir úr keramikk. Umframt hesi koma fleiri listafólk, ið m.a. sniðgeva og framleiða plakatir. Tey eru FJORD, Olafsdóttir, SolArt, NivaNiva, Rógvi Oddvørson, Ann-Mari Egholm og Anette Sonne. Tiltakið verður í gomlu hølunum hjá Tryggingarfelagnum, Heiðavegur 13, Saltangará. Betri snið og list hevur soleiðis opið:
Mikudag 25. apríl kl. 14-19
Hósdag 26. apríl kl. 14-00
Fríggjadag 27. apríl kl. 14-19
Leygardag 28. apríl kl. 14-20

BankNordik eigur stórt savn av sera hugtakandi málningum. Úr savninum verða útvaldir málningar sýndir fram á Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu. Tvey hølir eru sett av til endamáli, býráðssalurin á Heiðavegi 26, Saltangará og Glyvra Kirkja. Framsýningarnar innihalda málningar frá eitt nú Ingálvi av Reyni og S.J. Mikines, sum mugu metast millum mætastu listafólk føroyinga.

Sera áhugavert verður tað eisini at uppliva listaframsýning eftir Frits Johannesen heima hjá Erlu W. Johannesen. Framsýningin kallast “Hugmyndir og onkrar náttúrulýsingar”. Umframt listaframsýning verður eisini heimablídni og møguleiki at keypa sær ein drekkamunn. Framsýningin verður á Norðurhædd 5, Saltangará, og hevur soleiðis opið:
Fríggjadag 27. apríl kl. 16-20
Leygardag 28. apríl kl. 16-20
Sunnudag 29. apríl kl. 16-20

Listarligu spírarnir fáa eisini rúmd í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, tí skipað verður fyri tveimum listaverkstøðum. Henny Dánialsdóttir, listakvinna og lærari í skapandi lærugreinum á Eysturskúlanum, fer at hava kreativt verkstað fyri børn, har bert hugflogið setur greinsurnar. Hetta verður 25. april kl. 13-17 í Gamla Skúli, Oyndarfjørður. Tilmelding krevst á tlf. 252218. Fríggjadagin 27. apríl kl. 14-22 verður ókeypis listaverkstaður í Skúlanum við Løkin, har evni er “sjáldsamar sjóverur”. Bjørg Djurhuus undirvísir við tekur støði í sagnum og ævintýrum um sjóverur sum sjódrekar, marmennlar, havfrýr o.a. sum hava verið ella framvegis eru í sjóøkinum kring í Eysturoy. Listaverkini verða sýnd fram í Gulu Smiðju 28. og 29. apríl.

Eisini hava fleiri stovnar í kommununi framsýningar. Stíggjur hevur sølu og framsýning mánadagin og týsdagin í mentanarvikuni frá kl. 8.30-15.30. Barnagarðurin á Mýrunum hevur somuleiðis framsýning har evnið er sagnir og ævintýr. Harumframt er várframsýning Í Frítíðarskúlanum við Stórá í Rituvík við lutum, sum børnini hava virkað.

Øll hesi listarligu, og onnur tiltøk við, eru at finna á visitrunavik.fo og Facebook síðuni hjá Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.

Myndasavn

Dato byrjar: 22-04-2018 00:00
Dato endar: 29-04-2018 00:00
Kostnaður:
Telefonnummar:
Leinkja til atgongumerki:

Fokus á List í Mentanarvikuni

Annað