Bygdadagur í Rituvík 26. mai 2018

Skrá:
Kl. 15.00 Bygdadagurin verður settur av Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni
Eivin Simonsen spælir nøkur løg (í frítíðarskúlanum)
Kl. 15.30 Høvi hjá børnunum at vitja hoppiborgina (ókeypis)
Kl. 15.30 Kaffisølan og tombola letur upp
Kl. 16.00 Kondibingo (10 kr. plátan)
Kl. 17.00 Rennikapping – “Skákið runt”, teinurin er 3,1 km. Kappast verður í hesum aldursbólkum:
□ Foreldur við børnum undir skúlaaldur (renna bert 1 km)
□ Børn 7-10 ár □ Børn 11-14 ár.
□ Kvinnur 15 ár og eldri □ Menn 15 ár og eldri
Tekning til luttøku í rennikappingini, seinast hósdagin 24. mai hjá Ásmundi Hansen, á Facebook ella SMS á tlf 230428 . Heiðurmerki verða handað.
17.30 -19.00 Franskur hotdog verður til keyps á grillini
17.30-19-00 Staðarnøvn í Rituvík. Ætlanin við hesum tiltakið er, at fáa savnað staðarnøvn í Rituvík og merkt hesi á kort. (Í frítíðarskúlanum)
18.00 til 19.00 Andlitsmáling (kostar kr. 30)
19.00 Sangløta (í frítíðarskúlanum)
Allan Tausen syngur og greiðir frá
Løkin Band framførir
Lutaseðlar verða trektir.
Vinnarar frá rennikappingini fáa heiðursmerkir.
Alfred Olsen, formaður í Tofta-Rituvíkar blákrossfelag endar dagin.
Øll tiltøkini eru ókeypis. Lutaseðil verður seldur gjøgnum dagin. Allur peningurin, ið kemur inn fer til byggingina av nýggjum missiónshúsið.
Vit síggjast í Rituvík 26. mai 😊

Myndasavn

Rituvík, Færøerne
Dato byrjar: 26-05-2018 15:00
Dato endar: 26-05-2018 20:00
Kostnaður: ókeypis
Telefonnummar:
Leinkja til atgongumerki:

Bygdadagur í Rituvík 26. Mai 2018

Annað