Æðuvík

Æðuvík liggur syðst á eystursíðuni á Eysturoynni.

 Sereyðkenni:
Bygdin liggur á grønari fløtu undir lágari høvd í náttúruvøkrum heiðalendi. Við sjóvarmálan er lítil støð, har møguleiki er fyri kamping og tjalding. Norðanvert bygdina er gamla Tinghellan, har várting varð hildið. Her er høgligt at ferðast runt í haganum, har frítt útsýni er til allar síðir. Vegirnir í lyngklædda láglendinum kring bygdina eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.

Opið er út á hav og fría útsýnið verður bert einstaka ferðir brotið av skipum, sum hómast í havsbrúnni. Æðuvík er brimpláss, serliga á lágætt, so ansast skal eftir havalduni, tá hon stórsligin brestur móti landið. Djúpt er niðurfyri og tá kyrrindi eru, er serstakliga vakurt at kava útfyri bygdina, har stórir klettar standa í sjónum nakað frá landi.

 

Friðsæla & Mindfulness

  •  Liggja í bønum og síggja sólina rísa í eystri.
  • Sita á støðni og skoða sjófuglin, sum borin av loftstreymum sveimar yvir hav.
  • Á vetrardegi sita undan ættini og síggja stórslignu havalduna bresta móti landi.

 

Upplivilsi:

Gongutúrur úr Æðuvík til Nes, sí https://hiking.fo/products/219?_ProductFilterIds=1:1

Kava við kavingarleiðara, les meiri: http://www.faroedive.fo/Túrar%20við%20kavaraleiðara.htm

 

 

 

 

Æðuvík

Annað